Tænastur
Tænastur

Fibur

Nordic Design Plus /-Extreme vindeygaprofilar frá Aluplast, eru hátøkniligir og framtíðartryggjaðir. Teirra eyðkenni eru hitabjálving, smalir profilar, tryggir móti innbroti, umhvørvisvinarligir, ljóðbjálvandi og serlig besløg, ið gera vindeyguni løtt at nýta.

Tilfar

Vindeygaskipanirnar verða framleiddar í high tech-tilfarinum RAU-FIPRO, ið er eitt glasfipur styrkt fiburtilfar. Tað er eyðkent fyri langa livitíð, sera góðar bjálvingareginleikar og nærum einki viðlíkahald.

Besløgini eru viðgjørd, so tey eru haldgóð móti rusti og tering. Læsibesløgini hava trygdarpinnar, ið økja um innbrotstrygdina og geva eitt tættari vindeyga. Harafturat eru tey sera løtt at nýta.

Snið

Siðbundin snið við smølum profilum, ið er serkendur norðurlendskur stílur.  

Sera góðir bjálvingareginleikar

Nordic Design Plus /-Extreme er best bjálvaða útgangandi vindeygaprofilskipanin, ið finst á marknaðinum. Orkueffektiv og nærum viðlíkahaldsfrí vindeygu frá Aluplast tryggja upp til 85% minni orkutap, minni hitarokningar og eitt betri inniklima í tínum húsi.

Umhvørvisvinarlig

Tess betri bygningurin er bjálvaður, tess minni orka skal nýtast til at hita hann upp. Við orkusparandi vindeygum ert tú við til at betra umhvørvið. Nordic Design Plus /-Extreme eru orkurættar skipanir samanborið við onnur nýmótans vindeygu og hurðar.

Profilkjarnan úr RAU-FIPRO kann endurnýtast 100%. Allir partar av vindeygunum kunnu endurvinnast.

Aluminium

Arctic Extreme er eitt aluminiums vindeygasystem frá Aluplast, ið er ment við høvuðsdenti á bjálvingarvirði. Harafturat hevur systemið eina røð av øðrum eginleikum og møguleikum: Vigar lítið í mun til styrki, óendaliga nógvar sniðgevings møguleikar, uppbygt sum eitt modeller system, nógvar upplatingarmøguleikar, fæst í nógvum ymiskum litum, langa livitíð og mest sum viðlíkahaldsfrítt. 

Tilfar

Av tí, at vindeyguni er framleidd úr aluminiumi, eru tey løtt, men ótrúliga sterk. Hetta ger tey serliga væl egna til stórar flatur, sæð í mun til vindeygu úr øðrum tilfari. Aluminium er eisini sera lætt at halda, og tí eru vindeyguni mest sum viðlíkahaldsfrí (smyrja gangandi deilir), samstundis sum tey hava langa livitíð.

Snið

Arctic Extreme er uppbygt sum eitt modellær system, ið ger, at alt kann byggjast saman. T.d. kunnu vindeygu og hurðar byggjast saman og vindeyguni kunnu setast beinleiðis inn í eina fasadu. Hettar skapar óendaligar sniðgevingsmøguleikar. Tað finnast nógvir ymiskir upplatingarmøguleikar í Arctic Extreme, eisini kunnu veljast duldar rammur, so eingin munur er á, um talan er um eina upplating ella eitt fast felt.

Allir aluminiumsprofilar í Arctic Extreme seriuni, ið Aluplast framleiðir verða pulvurlakeraðir. Hettar slagið av lakering heldur munandi longri í tí føroyska veðurlagnum í mun til vanliga vátlakering, ið ein kennir frá td. bilum. Tað er møguleiki fyri alskins litum á báðum síðum, men eisini ber til at hava ymiskar litir á hvør síni síðu.

Sera góðir bjálvingareginleikar

Arctic Extreme er uppbygt av tveimum aluminiumsskalum við einum serliga stórum seperatorprofili ímillum til at halda kuldanum úti og hitanum inni. Samlaða dýbdin á profilunum er tó bert 77mm. Fyri at økja um bjálvingina og fyri at gera vindeygað serliga tætt, hevur tað tríggjar pakningar og hevur bjálving, ið verður monterað í profilarnar. Herafturat hevur listin, ið heldur glasinum, eisini ein bjálvingarprofil. Aluplast hevur møguleika fyri at framleiða vindeyguni við bæði 2-laga og 3-laga termoglasi.