Hurðar
Hurðar

Fibur

Hurðar úr Nordic Design Plus /-Extreme verða veittar við kraftigum stálhongslum, ið kunnu stillast. Karmskrúur kunnu monterast gjøgnum hongslini.

Hurðarnar fáast við 2-3-trin pakningsskipan um gáttina, ymiskum grebum og við bæði 3- og 5-punkt lásikassa.

Tær nýggju hurðarnar geva optimalu orkurøttu loysnina og lúka væl krøvini í nýggju byggilóggávuni.

Aluminium

Aluplast veitir eisini sera sterkar og snotiligar aluminiumshurðaskipanir við fjølbroyttari modulskipan, ið hevur nógvar sniðmøguleikar. Hurðaskipanirnar hava sera góða bjálving, innbrotsmótstøðuføri og eru viðlíkahaldsfríar.

Automatiskar

Aluplast er størsti veitari av automatiskum hurðum í Føroyum og hava vit serútbúgvið fólk við fleiri ára royndum og eru veitari av meira ein 150 hurðum í Føroyum. Okkara samstarvsfelagi, TORMAX, er størsti framleiðari og veitari av automatiskum hurðum í Danmark.

Vit veita hurðar til øll økir og til øll endamál. Nevnast kann sjúkrahús, bankar, apotek, matvøruhandlar, bensinstøðir, handilsmiðstøðir og skip. Vit hava eitt stórt úrvæl av ymsum hurðaskipanum, sum t.d. skothurðaskipanir, veingjahurðaskipanir, karruselhurðaskipanir og harmonikuhurðaskipanir. Vit hjálpa við at finna røttu loysnina til júst tín tørv.

Vit veita ráðgeving, montering og servisering av automatiskum hurðum, umframt eina døgnvaktarskipan um okkurt óvæntað skuldi hent.

Hongsling av hurð

Hvønn veg skal hurðin ganga?

Ein skal hugsa seg væl um hvønn veg hurðin skal ganga, tí ikki ber til at broyta hurðina aftaná hon er ísett. Er tað vindhart kann tað vera eitt hugskot, at velja eina inngangandi hurð. Skal hurðin ganga upp móti einum veggi í gongini ella skal hon vera útgangandi fyri ikki at taka óneyðugt pláss í gongini? Tað kunnu sjálvandi eisini vera onnur víðurskifti, ið gera seg galdandi.