Fasadur
Fasadur

Alminiumfasadur

Hjá Aluplast veita vit sterku, tryggu og snotiligu alminiumfasadurnar frá Hueck. Fasaduskipanirnar hava CE góðkenning og hava nógvar møguleikar í samband við snið og slag av glasi. 

Snið

Fasadurnar fáast í bæði steyrrøttum, hallandi og fleirkantaðum sniði til veggir og í hallandi og kupilsniði til tøk. Harafturat fáast fasadurnar í eini røð av ymsum profilum og kunnu húsa glastjúktum frá 4 til 58 mm.

Tilfar

Fasadurnar eru úr sterkum alminiumstilfari og tola vindlast upp til 60 m/s í 1 minutt. 

Skipanirnar hava skúmaðar bjálvingarprofilar, ið geva fasadunum sera góðar bjálvingareginleikar.