Klædningar
Klædningar

Plast

At mála hús við jøvnum millumbilum er stríggið og ikki minst kostnaðarmikið. Við plastklædningi frá Aluplast slepst undan hesum og tú fært ein klædning, ið ikki bert er snøggur, men eisini sterkur og viðlíkahaldsfríur.

Tilfar

Plastklædningurin er framleiddur úr slitsterkum PVC-UE tilfari. Uttasta flatan er jøvn og poknufrí og heldur tí vætu úti og hetta byrgir fyri roti og forðar fyri at klædningurin gerst vindskur. Harafturat er PVC-UE tilfarið ikki eldfimt, ið ger henda kædningin til eina sera trygga loysn. 

Snið

Klædningurin hevur nógvar sniðmøguleikar og pláturnar kunnu setast upp, so brettini liggja loddrætt, vatnrætt ella diagonalt.

Somuleiðis fæst klædningurin í eini røð av ymsum litum og er sera lættur at seta upp. 

Neobond

Neobond er ein aluminiums komposit pláta frá Aluplast, ið er eyðkend við at hava eina røð av góðum eginleikum og møguleikum: Vigar lítið, stív í mun til vekt, fæst í nógvum ymiskum litum, langa livitíð, nærum viðlíkahaldsfrítt, fæst við brunaverjandi kjarnu, er í stórum plátum, sera løtt at arbeiða við og gevur nógvar sniðmøguleikar.

Tilfar

Plátan er gjørd úr tveimum løgum av aluminium við einari kjarnu ímillum. Pláturnar kunnu fáast við tveimum ymiskum kjarnum: Polyethylene kjarna (PE) ella mineral kjarna (FR), ið lýkur brunakrøv. Ein 4mm Neobond pláta er serliga vælegnað til uttandurða klædning, av tí at hon hevur veðursterka yvirflatu, ið hóskar til tað føroyska veðurlagið. Ein Neobond pláta, ið er 3mm er serliga ætla innandura brúk og til lýsingarídnaðin.

Ein av fyrimununum við Neobond klædningsplátunum er, at tær bert viga 5,5 kg pr. fermeter. Hettar ger tað munandi lættari og skjótari at montera. Pláturnar eru munandi stívari enn líknandi klædningur. Neobond er sostatt líka stív sum ein 3,2 mm massiv aluminiumspláta og ein 2,3 mm massiv stálpláta, men vigar bert 5,5 kg í mun til 8,7 kg og 18 kg fyri ávíkavist aluminium og stálplátir.

Snið

Pláturnar eru sera lættar at bora, og saga í. Hettar ger tað skjótt at tillaga klædningin til bygningin. Herafturat kann Aluplast bukka pláturnar, so bert hugflogið setur markið fyri møguleikunum. Klædningspláturnar kunnu evnast til kassettir og monterast við ósjónligum festum ella skrúvast við sjónligum skrúum uppá eina undirliggjandi konstruktión.

Neobondpláturnar fáast í nógvum litum og við ymiskum effektum. Standardstøddin á klædningsplátuni er 1250x3200mm, og sostatt er hon skjót at klæða við. Til uttandura nýtslu verður ein PVDF liting nýtt, tí hon gevur serliga langa livitíð og er sera haldfør. Neobond interiørplátan brúkar eina polyester liting, ið er vælegnað har plátan ikki dagliga ávirkast av regni og vindi.