Vit
Vit

Um Aluplast

Aluplast varð stovnað í 1973. Vit byrjaðu í smáum at gera vindeygu úr plasti, men hava síðani víðkað munandi um okkara virkisøki, samstundis sum vit og vørur okkara stútt og støðugt hava vunnið størri álit millum fólk.

Tí er virkið eisini vaksið. Í dag eru vit 23 fólk í starvi, og dygdin á framleiðsluni er sera høg. 

Framleiðsla

Vit framleiða í dag bæði vindeygu, hurðar og heilar húsafasadur úr aluminium og plasti. Hetta er sterkt lætt, snøgt og viðlíkahaldsfrítt tilfar, sum verður alt meira nýtt til bæði privathús, skrivstovu- og virkisbygningar.

Aluplast kann gera alt

Tí tað er ikki bara sjálvt tilfarið, sum er lætt og snøgt. Aluplast hevur eisini serkøn fólk til monteringina. Tú skalt bara velja tilfar, lit og siga hvussu útsjóndin skal vera. Vit framleiða, koyra út og seta upp.

Aluplast ger í dag flest allar modernaðar húsafasadur á virkisbygningum í Føroyum, og tey, sum velja okkara tilfar til síni privathús, gerast eisini støðugt fleiri.

Og so hevur tú ikki meira stríð av tí. Vindeygu, hurðar og húsaveggir frá okkum krevja einki viðlíkahald – og tilfarið heldur fyri lívið.

 
Dygdin liggur í royndunum – og í tilfarinum

Aluplast ger í dag nógv tær flestu modernaðu húsafasadurnar á handils- og skrivstovu- og øðrum størri bygningum í Føroyum.

Okkara virksemið er í støðugum vøkstri. Bæði tí vit hava yvir 40 ára royndir, og tí tilfarið, vit nýta – glas, aluminium og plast – er sum gjørt til føroyska veðurlagið. Tað forferst ikki, tað er vakurt og tað krevur einki viðlíkahald.

Vendið tykkum til skrivstovu okkara við ynskjum og spurningum, so finna vit helst tað røttu loysnina.